Kári Leivsson - Amerikakvæði Lyrics
  • #
  • A
  • B
  • C
  • D
  • E
  • F
  • G
  • H
  • I
  • J
  • K
  • L
  • M
  • N
  • O
  • P
  • Q
  • R
  • S
  • T
  • U
  • V
  • W
  • X
  • Y
  • Z
  • Send a Lyrics

    Amerikakvæði

    above

    [Verse]
    Amerika, amerika
    Tað var ein signing stór
    Tá ið kolumbus gamli um atlantshavið fór
    At byggja mikla borg
    At verja gud & demokratiið

    Amerika, amerika
    Vit uttan ragmagnstól
    Og uttan coca-cola aldri sóu frælsissól
    Og høvdu ikki superman
    At verja gud & demokratiið

    Amerika, amerika
    Væl bíta tíni svørð
    Teir reyðu allar myrdi tú og rændi teirra jørð
    Við krossi og við krúti
    Fyri gud og fyri demokratiið

    Amerika, amerika
    Eg fagni tær í kvøld
    Av blálondum tú førdi hina dimmu trælafjøld
    Við koyrli og við leinkjum
    Fyri gud og fyri demokratiið

    Amerika, amerika
    Tú mikla frælsisørn
    Tú heimsøkti teir gulu teirra vív og teirra børn
    Við bíblium og bumbum
    Fyri gud og fyri demokratiið

    Amerika, amerika
    Tað fell so væl í lag
    Tey óføddu tú kryplaði og brendi fólk og fæ
    Við napalm og við eitri
    Fyri gud og fyri demokratiið

    Amerika, ei kálvahjarta
    Høvdu kappar teir
    Sum royndu góðar gripir móti børnum í mỹ lai
    Við hvøssum bajonettum
    Fyri gud og fyri demokratiið

    Amerika, amerika
    Tín heiður runga skal
    Frá watеrgate har vesturi til føroya mjørkadal
    Tú verjir dollarposan
    Og tú vеrjir gud og demokratiið

    below

    Other Kári Leivsson Lyrics

      Comments

    There is no comment.
    Leave a Comment
    *Your comment will be published after approval.